Entreprenørútgerð, maskinur & eykalutir

KAJ ANDREASEN & CO selur og veitir tænastu innan flest alt slag av entreprenørmaskinum & útgerð.
Nýggjar & brúktar entreprenørmaskinur sum t.d. gravimaskinur, trumlur, kompressarir, lessimaskinur, borivognar, plátuvibratorar, asfaltsagir v.m.
Útgerð so sum arbeiðsskúrar, boriútgerð, spreingimáttur, spreingievni og perlur, avmerkingarútgerð, generatorar, pumpur, blandimaskinur, trýstspularir umframt mangt annað.

KAJ ANDREASEN & CO bjóðar eykalutir til øll sløg av entreprenørmaskinum.
Í stuttum kunnu nevnast lutir, sosum gummibeltir & dekk, stálbeltir, skuffir til gravimaskinur, gravitenn til skuffir, skiftir/koplingar til graviskuffir og mangt annað !

Hetta er í stuttum nakað av vøruúrvali okkara innan hendan vørubólk.
Um tú ikki finnur tað tær sóknast eftir, merkir tað ikki, at vit ikki kunnu hjálpa við tínum ynski.
Vit móttaka fegin fyrispurning uppá títt ynski á: info@andreasen.fo



Atlas Copco

Dynapac

Honda generatorar

Honda vatnpumpur

Honda útgerð til kavarudding

Hitablæsarar, ovnar, heittvatntangi og avfuktarar

Byggiplásshegn

Trillubørur

Gölz skerimaskinur o.a.

Duss el-brekkarar & borimaskinur

Yamagucchi dumparar á beltum

Avmerkingarútgerð