
Leiga stilass og forskalling
Stilass, forskallingar & brúkslutir
KAJ ANDREASEN & CO bjóðar stilass, forskallingar og útgerð sum verður brúkt í hesum sambandi til keyps & leigu.
Vit bjóða:
- Fasadustilass
- Trappustilass
- Stilass á hjólum - aluminium
- Forskallingar, nógv sløg !
- Ùtgerð til stoypiuppgávur sum: styttir, dragarir, bjálkar, arbeiðsplatformar, liftur, trygdarrekkverk o.a.
Vit vilja at tænastan skal vera í lagi, og er tískil goymsluførandi við stilass, forskallingslutum so kundin fær vøruna til tíðina.
Umframt eru vit goymsluførandi við brúkslutum sum binditráði, bindimaskinum, gólvleiðarum, fugebondum, konus, avstandsrørum, forskallingsoljum og mongum øðrum lutum til stoypiuppgávur.
Vit selja jarn til stoypiuppgávur sum riðinet, kamstál, bukkað jarn, spunsjarn o.a. uppá bílegging.
Vit bjóða allar maskinur til stoypiuppgávur sum stavvibratorar, glittumaskinur, bjálkavibratorar o.a.
Gott ráð tá ið arbeitt verður á taki




