Vit sóknast eftir lærlingi til handilin.

Her hevur tú møguleikan at arbeiða við fjølbroytnum uppgávum í einum fjølbroyttum handli.

Vit vænta :

At tú hevur áræði og hug at útbúgva teg í handilsfakinum, at tú ert røkin og álítandi og dámar væl at hava gott skil á, har tú ert, at tað er lætt hjá tær at samstarva, og at tú ert fyrikomandi.

Vit bjóða :

Løn sambært S&K sáttmála, eitt spennandi lærupláss, ið er eitt skipað og trygt arbeiðspláss við góðum umstøðum.

Lærutíðin er 2 til 4 ár, alt eftir útbúgving, og í lærutíðini kemur tú á ymisk skeið í Danmark, 2 vikur í senn. Ein endalig uppgávu verður gjørd í lærutíðini.

 

Er hetta nakað fyri teg, so send okkum skrivliga umsókn við møguligum viðmælum og frágreiðing um møguligar royndir. Best er, um tú kanst byrja í mars ella apríl 2011 ella eftir nærri avtalu.

Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa við at ringja til Berg, telefon 235609, ella senda teldupost til: ba@andreasen.fo

Handilsfyritøkan Kaj Andreasen & CO er stovnað í Tórshavn í 1979. Fyritøkan útvegar byggivinnuni
maskinur og útgerð. Hon útvegar fiski- og alivinnuni, skipum og bátum útgerð.Harafturat útvegar
fyritøkan kundum sínum hópin av ymiskum útleiguamboðum og maskinum, forskallingum, stilassum,
lyftum, arbeiðsskúrum, gravimaskinum, lessimaskinum, luftkompressarum, luftamboðum, el-amboðum,
stigum, blandimaskinum, trýstreinsarum, lyftivognum, viðfestisvognum og mongum øðrum.

 

Lønarviðurskifti:http://www.skfelag.fo/lonaravtala_sk_og_fag_1mai_2010.html

Ùtbúgvingin og møguleikar:http://www.ug.dk/uddannelser/erhvervsuddannelsereudveud/merkantil/detailhandel.aspx

Ofta spurdir spurningar: http://www.yrkisdepilin.fo/Default.aspx?ID=8454

 





Kaj Andreasen & Co

Postboks 1200
Brekkutún 7
FO 188 Hoyvík

 
     Telefon: 315600
     Vaktelefon: 235600
     Telefax: 318008 
     T-postur: info@andreasen.fo 


Opið er: 
Yrkadagar: 08.00 - 16.00