Spreingipulvur

Vit selja eitt slag av sokalla "spreingipulvur", hetta er sera vælegnað til at klúgva steinar, bróta hellu o.a.

Verður ofta brúkt, tá íð man vil sleppa undan at spreingja.

Tað eru ongar ristingar tá íð hetta verður brúkt, og krevur hetta evni ikki nakað spreingiloyvi - sera ómaksleyst og brúkarvinarligt.

Verður blanda við vatni, og virkar innan 24 tímar, elt eftir umstøðunum.

Fæst í spannum á 2kg, 4kg og 10kg. Vit mæla til at brúka borhol sum er Ø35mm og tá brúkar man 1.7kg pr. bormetur.

Bora nøkur hol, við 35cm millum hol, sum eru Ø35mm og garðurin liggur brotin dagin eftir!


Sí myndir, tá íð garður verður brotin niður: