Trukkar, lyftivognar, battaríir & eykalutir
KAJ ANDREASEN & CO selur trukkar, lyftivognar, battaríir, eykalutir og ymiska útgerð til flutningsuppgávur. Vit settu met í 1986 við sølu av 30 stk fabriksnýggjum trukkum.
Vit bjóða brúktar trukkar, stáplarar og lyftivognar sum er ístandgjørdir eftir IFAG-klassifikatión tvs. kvalitetsgóðkenning.
KAJ ANDREASEN & CO útvegar eykalutir til tín trukk í samráð við leverandør sum hevur 60.000 vørunummar á goymslu og er hetta ikki bert til merkir sum vit selja, men til tey flestu merkir sum eru á marknaðinum.
Vit selja EXIDE battaríir til øll merkir og modell av trukkum og stáplarum.
Fystu ferð eitt battarí var selt við navninum EXIDE var í 1903. Síðan hevur EXIDE verið í front innan hetta øki. Stovnarin, Thomas A. Edison uppfann tann elektriska akkumulatorin og navni EXIDE kemur frá hansara slagorið "produce an EXcellent oxIDE" EXIDE er globalur veitari við gott 40% av heimsmarknaðinum við 18000 starvsfólkum. - EXIDE the first name in batteries !
- Eykalutir til øll merkir av trukkum og stáblarum
- Battarí til øll merkir av trukkum og stáblarum
- Dekk til øll sløg av trukkum







