Um Kaj Andreasen & Co
KAJ ANDREASEN & CO er ein handilsfyritøka sum bleiv stovnað ár 1979 í Tórshavn av Kaj Andreasen.
Kaj starvaðist í mong ár hjá handilsfyritøkuni Carl á Lag, var í skrivstovulæru har og bleiv seinni stjóri í fyritøkuni. Í 1979 stovnaði Kaj og konan Rhonda egna fyritøku, og er tað handilin vit kenna í dag.
Ì 2008 bleiv ættarliðskifti framt í fyritøkuni, sonurin Bergur Andreasen keypti handilin. Bergur hevur starvast í fyritøkuni síðan 1998 og hevur starvast innan handilsfakið síðan 1992, verið í læru innan handilsyrkið, og tikið hægri handilsútbugving.
Fyritøkan er leverandørur innan entreprenørmaskinur og útgerð til byggivinnuna, umframt útgerð til fiski-alivinnuna, skip og bátar.
Fyritøkan er kend fyri at útvega vørur og serloysnir til ynskir frá kundum.
KAJ ANDREASEN & CO hevur heilsølu, smásølu og er umboðandi fleiri framleiðarar og leverandørar runt um í heiminum og fylgir við í útviklinginum innanfyri teir vørubólkar fyritøkan bjóðar.
Fyritøkan selur vørur í heilsølu runt landið til aðrar handilsfyritøkur.
Vit hava eina útleigudeild við hópin av ymiskum útleiguamboðum og maskinum.
Vit selja vørur, har dentur er lagdur á góðsku og veitingartryggleika, sum vit kunnu standa inni fyri.
Bankasamband:
Bank Nordik
Húsagøta 3
Postboks 3048
FO 110 Tórshavn
Granskoðari:
Nota
Hoyvíksvegur 5
Postboks 30
FO 110 Tórshavn




