STUÐUL FRÁ KAJ ANDREASEN & CO

Kaj Andreasen & Co vil fegin royna at lata eina hjálpandi hond til einstaklingar, bólkar og felagsskapir, har tað kann gera ein mun. Tað er avmarkað hvat vit hava møguleika at stuðla.

Høvuðsendamálið hjá okkum er at lata stuðul til vælgerðandi endamál. Fyri at stuðulin, ið vit veita skal kann verða latin á rættvísan hátt eins og til tey røttu endamálini, hava vit avgjørt, at vit skulu hava allar umsóknir skrivligar. Í umsóknini vilja vit hava, at greitt verður frá, hvat stuðul okkara skal nýtast til. Tað er sera umráðandi at allir teigarnir verða fyltir út, og at tit gjølla greiða frá, hvat tað er fyri tiltak, ið tit ynskja okkara stuðul til.

Allar umsóknir verða viðgjørdar 6 ferðir árliga, líka mánað.

Umsókn um stuðul kann sendast á studul@andreasen.fo.