Um okkum


Í fleiri enn 40 ár, hevur Kaj Andreasen & Co uppbygt eitt tætt samstarv, við viðskiftafólk okkara.

Vit hava gjørt íløgur í nýmótans flutningstól, og goymsluumstøður, í hevur sum mál at veita eina skjóta, trygga og góða tænastu.

Í hesum sambandi hava starvsfólk verði á trygdarskeið og uttanlanda fyri at tryggja røttu handfaring av vørum, bæði á goymslu og undir flutningi.

Vit hava ymiskar bilar, sum eru vælegnaðir til endamáli, at tæna okkara kundum

Tá ið vit selja ella leiga vøru til kundar, fylgjur tryggleiki við. So sum Garanti, efturlit, umvælingar, og eykalutir.

Búmerkið er samansett av gráum lutum á bláari bakgrund. Gráu brotini ganga saman sum putlibrikkar og
tekna ein samansettan form, ið kann minna um ein varða ella beytastein.
Varðin er við til at ímynda at KA er ein støðug, trygg og álítandi fyritøka við nógvum árum á baki - Varðin
ímyndar samstundis umráðandi eginleikar sum eru partar av virðisgrundarlagnum hjá fyritøkuni.
Um ein kannar brotini gjøllari, ber til at fáa ymist burturúr - eitt nú hava brotini sama form sum maskinboltar,
tað varpar ljós á, hvørjar vinnugreinar fyritøkan møguliga virkar í.
Brotini kunnu eisini ímynda tríggja pílar sum hanga saman og peika í ymiskar ættir. Tann eini pílurin peikar
fram eftir (til høgru), tað kann samanberast við at fyritøkan gongur undan, ímeðan hinir báðir pílarnir (sum
peika upp og niður), kunnu berast saman við, at fyritøkan eisini alla tíðina arbeiðir fyri at ganga nýggjar leiðir,
hugsa nýggjar loysnir og víðka um virksemið.
Putlibrikkarnir eru eisini við til at ímynda, at fyritøkan ma. hevur tætt samarbeiði við kundarnar - ella at
fyritøkan kann veita skræddaraseymaðar loysnir til vinnuna.
Víðari kunnu pílarnir, sum ganga í ringrás, ímynda at fyritøkan er grøn og burðardygg.
Tað ber eisini til at fáa onnur ting burtur úr brotamyndini, t.d. líkist logoði eitt A, sum ANDRESEN. Og eitt nú kann hon møguliga knýtast saman við sprungur í gróti, fundament, ferðsluskelti osv...